![]() |
Eg eri fødd í 1979, uppvaksin á Argjum. Búgvi í Hoyvík saman við manninum Kristoffur Mørkøre.
Eg havi frá ungum árum havt áhuga fyri at skapa, tekna og mála.
Eg havi gingið á Háskúla í Rønde har eg hevði sergrein í list.
Í septembur 2007 fór eg undir at hava listina sum mítt høvuðsstarv. Eg máli á atelierinum á Argjum (Garðsgøta 6). Har fólk kunnu koma at hyggja eftir málningum.
Eg havi verið við á nógvum ymiskum framsýningum
kring landið og í Danmark.
Havi millum annað sýnt fram í:
Smiðjuni í Lítluvík (Tórshavn), Ribarhús (Fuglafjørður), Lions (Runavík), Lions (Tórshavn), Býráðssalinum (Runavík), Norðoyarstevnuframsýningini (Klaksvík), Hotel Hafnia (Tórshavn), Kelduni (Skálabotnur), Gallarí Jinx, (Tórshavn), SMS (Tórshavn), Eik bank (Tórshavn), Gamli handilin á Heiðunum (Runavík), Snarskivuni (Tórshavn), Gallari Oyggini (Tvøroyri), KøbenhavnsKulturcenter (KBH), Savni á Myru (Hov), Lauritz (Kolding), Luritz (Odense), Gallarí Elisabeth (Saltangará) og Løkshøll (Runavík).
|
![]() |