Tíðindi

  

 

29/11-2009

 

 

 

Listaftamsýning og livandi verkstaður!

 

 

3. desembur lata dyrnar upp í Dr.Jakobsensgøtu 5.

Tá verður hugna upp í hugnaligu húsunum við spennandi listaframsýning.

 

 

Við á framsýningini í verða nýggjastu málningarnir hjá Edith Mørkøre at síggja.

Tá ið dyrnar lata upp Hósdagin 3.desember kl 16.00,

syngur Jens Marni Hansen og okkurt gott verður til matna.
Øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið....

Edith málar út frá menniskjaligum virðum og á framsýningini í desember

 verður abstrakt/ekspresionistiskt list at síggja.

Íblásturin til málningarnar hevur hon út frá viðurskiftum, sum rørast í tí dagliga lívinum og

hendingum sum hon ella onnur rundan um hana koma út fyri.

Edith er fødd í 1979, er ættað av Argjum og er búsitandi Inni á Gøtu í Hoyvík.

Edith arbeiðir við listinu sum sítt høvuðsstarv, hon hevur málað, síðan hon var tannáringur og

hevur gingið á Háskúla í Rønde í Danmark, har hon tók sergrein í list.

Edith hevur verið við á nógvum ymiskum framsýningum.

 

Framsýningin er opin fyrstu vikuna soleiðis:

Hósdag 3.des frá 16.00 til 20.00
Fríggjadag 4.des frá 12.00 til 20.00
Leygardag 5.des frá 10.00 til 17.00
Sunnudag 6.des frá 14.00 til 20.00
Mána-, týs- og mikudag 7.-8.-9.dec frá 15.00 til 18.00

 

- eftir hettar verða opningstíðirnar vístar á heimasíðini og í

vindeyganum í Dr.Jakobsensgøtu 5.


_______________________________ 

 

 

28/11-2009

 

Nú er drigið millum øll tey, sum hava meldað seg sum lim

hjá krabbameinsfelagnum upp til tiltakið Føroyar móti krabba.

 

 

 

Á myndini sæst hepni vinnarin av málninginum.
Vinnarin eitur Ásley Kruse, og er ein av teimum
nýggjastu limunum í Krabbbameinsfelagnum.
.

 

_______________________________ 

 

12/10-2009

 

 

Listaframsýning í Løkshøll í Mentunsrvikuni´09.

 

Í samband við at Mentunarvikan´09 er

frá 18. til 25.oktobur, verður listaframsýning við Edith Mørkøre í Mentunardeplinum Løkshøll.

Við á framsýningini í verða hennara nýggjastu málningar at síggja.

 

Framsýningin byrjar Sunnudagin 18.oktobur kl 16.00.

“Øll eru hjartaliga vælkomin”

 

Edith málar út frá menniskjaligum virðum

og á framsýningini í Runavík verður

abstrakt/ekspresionistiskt list at síggja.

Íblásturin til málningarnar hevur hon út frá viðurskiftum,

sum rørast í tí dagliga lívinum og hendingum sum hon ella onnur rundan um hana koma út fyri.

 

Framsýningin er opin soleiðis í Mentunarvikuni:

Sunnudag kl 16-20

Mánadag kl 16-19

Tysdag kl 16-20

Mikudag kl 17-19

Hósdag kl 16-19

Fríggjadag kl 16-20

Leygardag kl 16-20

Sunnudag kl 16-20

 

 

_______________________________ 

 

 

20/7-2009

 

 

 

Upphiting til Ólavsøkuna á torginum í SMS

 

 

24, 25, 26 & 27. juli. 2009

 

 

Fríggjadagin 24. juli byrjar listaframsýning við Bjørg Mohr Anderssen(Fuglafjørður) og Edith Mørkøre (Hoyvík) á torginum í SMS.

 

Hettar er fyrstu ferð Bjørg og Edith sýna fram saman, sjálvt um tað ofta hevur verði ætla at fáa hetta í lag.

Tær hava báðar verið aktivar innan fyri at málað og hava verið við á nógvum framsýningum kring landi seinastu árðini.

Á framsýningini í SMS verður abstrakt og ekspressionistisk list at síggja. Edith og Bjørg eru sera ymiskar í teirra máli stíli og gerð hettar at framsýningin er fjølbroytt og spennandi…

 

Edith er fødd í 1979 og er uppvaksin á Argjum. Hon hevur frá ungum árum havt áhuga fyri at skapa, tekna og mála. Hon hevur gingið á Háskúla í Rønde har hon hevði sergrein í list. Í septembur 2007 fór hon undir at hava listina sum sítt høvuðsstarv. Hon hevur m.a. sýnt fram í Smiðjuni í Lítluvík, Ribarhús í Fuglafirði, Lions Runavík, Lions Tórshavn, Norðoyastevnu-framsýningini, Hafnia, Kelduni, Gallarí Jinx, Snarskivuni, 18-25 Eik, á torginum í SMS, Gallarí Oyggini, Gamla handlinum á Heiðunum, LM Kambsdalur, Københavns KulturCenter og Lauritz í Kolding og Odense.

Edith málar á atelierinum á Argjum, har fólk kunnu koma at hyggja eftir málningum. Eisini hevur hon eina heimasíðu har hon vísir sína list fram. www.EdithArt.com

Til framsýningina í SMS hevur Edith arbeitt við strukturi og formum í akryl. Evni sum viðurskifti, ið rørast í tí dagliga lívinum og hendingar sum hon ella fólk rundan um hana koma út fyri hava givið íblástur til málningarnar hesa ferð.

Bjørg er fødd í 1978 og er uppvaksin í Fuglafirði. Hon hevur altið dáma væl at tekna og síðani er hugurin komin til at mála. Bjørg er útbúgvin sjónvarps fotografur/teknikari og  hevur málningalistina sum frítíðarítriv.

Hon hevur havt fleiri framsýningar hesi seinastu árini, so sum í Ribarhús í Fuglafirði, Smiðjuni í Lítluvík, Leikalund, Lions í Runavík, á Varmakeldu og á Norðoyastevnu-framsýningunum, Tøting, Hotel Hafnia, Gallarí Jinx

Eisini hanga fleiri av myndum hennara  í Glarðsmiðjuni í Havn.

Á framsýningini á torginum í SMS verður tann eyðkendi reyði liturin sum Bjørg er kend fyri at síggja, har hon eisini  arbeiðir við kontrastum og dybdum.

 

Framsýningin er opin hesar tíðir:

Fríggjadagin 24/7 frá 09.00 til 19.00

Leygardagin 25/7 frá 09.00 til 16.00

Sunnudagin 26/7 frá 14.00 til 20.00

Mándagin 27/7 frá 09.00 til 22.00

 

_______________________________ 

 

18/7-2009

 

 

Listaframsýning í Hovi

 

Edith Mørkøre, Tórshavn og Sigmund Andreasen, Vágur sýna fram í juli og august mánað olju- og akryl málningar úr tí føroysku nattúruni í litføgrum heimligum bráði. Listarligu verk teirra sýna flest øll náttúru og býar umhvørvi í spæli

við hugsjón og litavali í hvørjum einstøkum listaverki.
Framsýningin fevnir um áhugaverda og fjølbroytta myndlist, sum kveikir

áhuga og undran yvir stóra margfaldni í allari Føroyskari list.
Til ber eisini at keypa sær ein kaffimun og okkurt lætt ábit.
Um tú ynskir at síggja framsýningina í Fiskastovuni ella at vitja savnið á Mýri,

ring so til Niels á telefon 224751 og avtala nærri,

tí Fiskastovan á Mýri hevur ikki fastar upplatingartíðir.

Nevndin fyri Savninum á Mýri í Hovi bjóðar tykkum vælkomin
_______________________________ 

 

29/4-2009

 

Útvaldir Málningar

á Auktión hjá

 

 

 

_______________________________ 

 

 

24/4-2009

 

Føroya feitasta stuðulstiltak

tann 7. maj i Norðurlandahúsinum!

 

 

Spennandi list á uppboðsølu

Til frama fyri

skúlaverkætlan hjá Care for Rural and Deprived Children í Offinso, Gana.

Og skúlaverkætlan í Liberia, sum ABC Barnahjálp arbeiðir fyri

 

Har í millum er akrylmálningurin hjá

Edith Mørkøre "UMSORGAN" 110x80cm

 

Hesi listafólk seta spennandi

listaverk á uppboðssølu:

 

Høgni Thomsen
Vera Larsen
Maibritt Frederiksberg
Maria Mørkøre
Frits Johannesen
Øssur Mohr
Sirikit Jacobsen
Jón K. Poulsen
Bárður Dal Christiansen
Jóannes Lamhauge
Edith Mørkøre
Eli Smith
Harry Knusdsen
Ásla Rannvá Svendson
Nikolina Højgaard
Guðrun & Guðrun
Bergun Kass
Katrin Svabo Bech
Heinesen, Zacharias
Beinta Vilhelmsen – Kjóli
Kristina Joensen
Eivør Pálsdóttir
Ann-Mari Mouritsen
Sámal Toftenes
 

 

www.nlh.fo

_______________________________ 

 

10/4-2009

 

Listaframsýning í Snarskivuni

 

16 - 29. apríl 2009

 

  

 

 Hósdagin 16. apríl letur Edith Mørkøre upp listaframsýning í Snarskivuni á Vaglinum í Havn. Á framsýningin verður abstrakt og ekspressionistisk list at síggja. Framsýningin er opin fram til 29. apríl.

 

Opið er:

Mánadag til fríggjadag frá klokkan 09.00 til klokkan 16.00.

Tó er opið hósdag frá klokkan 09.00 til klokkan 18.00.

 

 Edith hevur verið við á nógvum ymiskum framsýningum. Hon hevur m.a. sýnt fram í Smiðjuni í Lítluvík, Ribarhús í Fuglafyrði, Lions Runavík, Lions Tórshavn, Norðoyastevnu-framsýningini, Hafnia, Kelduni, Gallarí Jinx, Snarskivuni, 18-25 Eik, Á torginum í SMS, Gallarí Oyggini, Gamla handlinum á Heiðunum, LM Kambsdalur, Københavns KulturCenter og Lauritz í Kolding.

 

 Við verkunum, sum sýnd verða fram á hesi framsýninginií Snarskivuni, hevur hon arbeitt við strukturi og formum í akryl. Evni sum viðurskifti, ið rørast í tí dagliga lívinum, hava  givið íblástur til málningarnar..

 

Fernisering verður hósdagin 8. mars. kl. 16.00 har LENA Andersen luttekur við sangi.

Øll eru vælkomin!

 

www.torshavn.fo

 

_______________________________ 

 

7/4-2009

 

 

Í samband við at LAURITZ.com í Kolding, hevur valt at varpað ljós á mína list í DK, nú um Páskini við at hava listaframsýning í Trianglen í Kolding, er eitt úrvæl av hesum málningum á netauktión!

Aktiónin er júst byrja og heldur áfram til 20 & 21.apríl.
 


SHOWROOM Adressa:
LAURITZ.COM Kolding
Trianglen 20

6000 Kolding

Danmark

Opið er:
Mandag - fredag kl. 10.00-18.00
Lørdag kl. 10.00-14.00

 

_______________________________ 

 

20/2-2009

 

Listaframsýning

 

Ribarhús í Fuglafirði

5. - 25. mars 2009

 

  

Hósdagin 5. mars byrjar listaframsýning hjá Edith Mørkøre í Ribarhús í Fuglafirði.

Við á framsýningini í verða hennara nýggjastu málningar at síggja.

Fernisering verður hósdagin kl 17.00. “Øll eru hjartaliga vælkomin”

 

Framsýningini hevur hon givið heitið “Árstíðir í lívinum” og íblásturin til málningarnar hevur hon út frá viðurskiftum, sum rørast í tí dagliga lívinum og hendingum sum hon ella onnur rundan um hana koma út fyri.

Hon arbeiðir við strukturi og formum í akryl. Eitt evnið, sum fyri tíðina gongur nógv aftur í hennara málningum, eru trø ella vøkstur. Edith heldur at eitt træ er ein fantastiska mynd uppá lívið, tíðina, menniskja, framgongd, afturgongd, kenslur og so framvegis.

 

Edith Mørkøre er fødd í 1979, er ættað av Argjum, gift við Kristoffur Mørkøre úr Klaksvík og er búsitandi Inni á gøtu í Hoyvík. Edith arbeiðir við listinu sum sítt høvuðsstarv, hon hevur málað, síðan hon var tannáringur og hevur gingið á Háskúla í Rønde í Danmark, har hon tók sergrein í list.

Edith hevur eina ferð áður sýnt fram í Ribarhúsi og tað var í 2005.

 

Opið verður soleiðis:

Hódagin 5/3 frá kl 17.00 til 20.00

Fríggjadagin 6/3 frá kl 13.00 til 18.00

Leygardagin 7/3 frá kl 11.00 til 18.00

Sunnudagin 8/3 frá kl 14.00 til 20.00

 

Síðani er framsýningin opin somu tíðir sum Piddasahandil fram til 25/3:

Mána - fríggjadag frá kl 15.00 til 17.30

Leygardag frá kl 11.00 til 13.00.

   

www.ribarhus.com

 

_______________________________ 

 

10/12-2008

 

 

eru nýggjir

abstraktir málningar

og prísir lagdir inni á heimasíðuna...

 

http://www.edithart.com/abstrakt.html

_______________________________ 

 

26/11-2008

 

Nú eru myndir frá framsýningini í

Smiðjuni í Lítluvík lagdar inn.

 

http://www.edithart.com/framsyningar.html

 _______________________________ 

 

26/11-2008

 

10. Desembur  koma nýggjir

málningar og prísir inn á heimasíðuna...

 

 _______________________________

 

26/11-2008

 

Á Jólasøluni hjá Heimavirkisfelagnum fari eg at luttaka við einum borði við ymiskum kreativum til Jóla...

 

Árliga jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag verður í ár 29. og 30. november í Ítróttarhøllini á Hálsi. Á sølubásunum verður eins og undanfarin ár, eitt stórt úrval av heimavirkaðum lutum/pløggum, bæði virkað siðbundi føroyskt og við nýggjum íblástri. Eisini verður café á staðnum við føroyskum viðskera og onkrum søtum omaná.

 

Opið verður hesar tíðir:

Leygardagin frá kl. 10.00 til 19.00

Sunnudagin frá kl. 14.00 til 19.00

 

Atgongumerkið kostar kr. 30,00 fyri vaksin, meðan børn upp til 14 ár hava ókeypis atgongd.

 

www.craft.fo

 

 

 _______________________________

 

1/11-2008

 

Listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík 

 

20 til 25 novembur 2008

 

Á framsýningina sum kallast “Mínar søgur” havi eg arbeitt við strukturi og formum í akryl á lørift. Stílurin er abstrakt/ekspresionistiskur. Íblasturin til málningarnar á famsýningini, eru út frá viðurskiftum, sum rørast í tí dagliga lívinum og hendingum sum eg ella onnur koma út fyri.

 

Framsýningin byrjar hósdagin 20. kl 15 og øll eru hjártaliga vælkomin.

 

Opið er hesar dagar soleiðis:

 

Hosdag  15 - 20.

Fríggjadag  12 - 20.

Leygardag  12 - 20.

Sunnudag  14 - 20.

Mánadag  12 - 18.

 Týsdag  12 - 18.

 

 

 _______________________________

 

1/11-2008

 

 

EM - kort

Nú eru Jóla-kortini at fáa!

 

 

 _______________________________

 

 

16/10-2008

 Mín myspace-síða er:

Mín Myspace-síða er:

 

www.myspace.com/edithmorkore

 

 _______________________________